2018-05-20 07:45

Finn Føroya bestFinn Føroya besta Panna fótbóltsleikara Mentanarnáttina!
Panna er eitt fótbóltsspæl, ið er við at vinna seg fram kring heimin. Hetta hevur sínar røtur í Surinam og Marokku, men seinastu árini hevur hetta vunnið seg meira og meira fram í Evropa. Í Danmark verður regluliga skipa fyri Panna fótbóltskappingum.
Talan er um um eitt street fótbóltsspæl, har teknikkur er í miðdepli, tí man skal vinna á sínum mótleikara við fintum og øðrum snildum. Leikt verður 1v1 á einum lítlum vølli við tveimum málum. Ein dystur er 3 min. til longdar og vinnaran er tann, ið hevur skotið flest mál aftaná 3 min, man kann tó eisini vinna við at gera eina panna (tunnel) á mótleikaran.
Mentanarnáttina verður fara vit at finna Føroya besta panna fótbóltsleikara, tá skipa verður fyri stórum upphitingar tiltakið til Intersport Summar Cup 2018 uttanfyri Thomas Dam Intersport í Jónas Broncksgøtu.
Kappingin verður skipa í ein bólk fyri 10 ár og yngri og ein bólk fyri eldri enn 10 ár. Vinnarin fær steyp og eitt gávukort til Thomas Dam Intersport, meðan bæði nr. 1, 2, 3 fáa heiðursmerki! Tað er ??KEYPIS at luttaka og tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til[email protected]ella senda okkum eini boð á Facebook.
Aftrat Panna fótbóltskappingini, so verður eisini nógv annað spennandi á skrá, millum annað koma vit hava DJ, fótbóltsbowling, borðfótbólt og til tey minstu hava vit hoppiborg. Eisini bjóða vit okkurt til matna.
Brot frá einum Panna fótbóltsdysti síggjast her:https://www.facebook.com/pannahouse/videos/625431577803192/
Reglur fyri Pannafótbólt:
1. Kappingin verður skipa við Knockout
2. Hvør dystur er 3 min.
3. Vinnarin av dystinum verður funnin á fylgjandi hátt
- Tann sum hevur skora flest mál aftaná 3 min.
- Um ein megnar at gera eina væl eydnaða "tunnel", ið eisini verður rópt ein "Panna". Bólturin má ikki røra bandan áðrenn leikarin fær bóltin aftur.
- Um hin leikarin skjýtur bóltin beinleiðis út av vøllinum. Um talan ikki er um beinleiðis skot, so fær mótleikarin bóltin.
4. Um tað stendur á jøvnum aftaná 3 min. verður spælt til ein leikari skorar, ger eina Panna ella skjýtur bóltin beinleiðis út av vøllinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald