Ítróttur

Finland ov stórur biti

...

2015-10-31 16:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyar ??? Finland 0-3 (8-25, 10-25, 17-25)

Føroysku genturnar skuldu eftir greiða tapið fyri Íslandi fyrr um dagin royna at fóta sær aftur. Hesaferð ímóti ongum minni enn Finlandi. Greitt besta Norðurlandið í altjóða flogbólti, so tað fór ikki at vera lætt, og tað vísti tað seg sanniliga heldur ikki at vera.

Tvey tey fyrstu settini vóru ógvuliga lík. Finland hevði kanón servur, sum komu súsandi beint omanfyri netkantin. Tað gav føroysku gentunum stórar trupulleikar at fáa móttøkurnar nóg góðar til álop. Harumframt var finska álopið væl smurt, so har var snøgt sagt einki at gera.

Besta settið higartil

Genturnar komu út til 3. sett við nógv betri hugburði enn til hini bæði settini, og burtursæð frá nøkrum løtum í settinum, tá ið Finland fekk ov nógv stig á rað, var hetta klárt besta settið hjá gentunum higartil í kappingini. Og fyri fyrstu ferð í hesi kappingini eydnaðist tað føroysku gentunum at vinna fleiri stig upp í saman. Tað eydaðist millum annað, tí Katla Henriksen servaði væl, og blokkur og álop riggaði, so sum tey skuldu.

Tað er hetta spælið, sum skal finnast fram í dag, tá ið Ongland stendur hinumegin netið í fjórðingsfinaluni. Tann dysturin verður nú í morgun kl. 9.30 og verður stroymaður beinleiðis.

Besti leikari hjá Føroyum: Katla Henriksen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder