Politikkur

Fingrarnar vekk frá fíggingarleistinum, ella tak eldraøkið innaftur

...

2016-01-23 05:03 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú tað um dagarnar frættist frá Heðini Mortensen og Kristinu Háfoss, at fíggingarleisturin av eldraøkinum stendur fyri broytingum eftir einum skallutum ári á kommunalum hondum, er óvissan um framtíðina drepandi, og rekur burtur allan hug til bata á hesum øki.

??tleggingin av eldraøkinum varð fíggjað við at kommununar fingu 100% av forskattingini av pensiónum. Ein inntøka sum veksur í takt við vaksandi útreiðslur á eldraøkinum.

Afturat hesum ásannaðu land og kommunur, at av tí at kommunur vóru so ymiskt fyri av serskattaskipanunum sum landið hevði lóggivið úr kommunukassunum, varð ein partur av fíggingini fyri eldraøkið gjørdur soleiðis, at hann lyfti hesar kommunur upp á eitt nøktandi støði sum gjørdi, at tær megnaðu at taka ímóti eldraøkinum.

??javnin varð heldur ikki smávegis. Tær kommunurnar sum vóru illa fyri við skattainntøkum, vóru tær sum høvdu nógvar útisiglarar, nógvar sjómenn sum fingu sjómannafrádrátt, og nógvar handverkarar sum arbeiddu uttanlanda.

Sands kommuna var ein teirra.

Meðan kommunumiðal av skattainntøkum varð 100.000 kr/borgara, fekk Sands kommuna 72.000 kr/borgara, og eitt nú fekk Tórshavnar kommuna 106.000 kr/borgara. Summar kommunur fingu meir, ongin fekk minni.

Nú er hesin munur tódnaður niður á eitt støði sum er til at liva við, og nú eru kommununar allar meira ella minni klárar at hava eldraøkið í varðveitslu.

Kalla tað útjavning um man vil; eg eri í øllum førum serstakliga errin av at hava verið partur av at hava gjørt eina skipan, sum tekur burt ójavnan millum kommunur vegna skattaskipanir sum eru settar í verk fyri áratíggjum síðani, og sum síðani hava kvalt summar kommunur, og hevur skapt A og B borgarar runt landið.

Er tað hetta Heðin Mortensen og Kristina Háfoss ætla at venda aftur til?

Onki er vorðið verri á eldraøkinum, enn tað varð fyri einum ári síðani. Kommununar eru so smátt við at finna beinini at standa á, eru við at koma inní økið sum tær hava yvirtikið. Ting taka tíð, samlaði kommunali búskapurin er vaksin við einum triðingi í einum høggi.

Eg havi altíð hildið økið liggja betri hjá kommununum, ikki vóru nógvar sólskinssøgur at hoyra frá dagliga rakstrinum, tá landið hevði ábyrgdina.

Ávísar kommunur hava staðfest, at raksturin tær yvirtóku varð tyngri enn man helt frammanundan, meðan inntøkurnar man samlað væntaði at fáa, er nøkulunda tann sum væntað varð.

Hesar kommunur sum hava trupulleikar at fáa fíggingina at strekkja til, eiga at fáa tað frá landinum sum økið veruliga kostar.

Men um ætlanin er at broyta fíggingarleistin, sum fyri tær veiku kommununar varð grundarlagið undir at kunna hava eldraøkið í varðveitslu, so er bara eitt hjá nýggju samgonguni at gera. Taka økið innaftur til landið at ráða yvir.

Fyri Sandoyarøkið er hetta avgerðandi, og vit fara undir ongum umstøðum at góðtaka, at skipanin við kompensatión fyri mistar inntøkur frá DIS, FAS, sjómannafrádrátti og uttanlandafrádrátti verður broytt aftur til tað verra fyri kommununar í Sandoyarøkinum.

Brandur Sandoy,

Borgarstjóri í Sands kommunu og stýrislimur í Kommunufelagnum vegna Sandoyar Sýslu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder