Ítróttur

Finaluumfarið í IHF Trophy nærkast

...

2015-09-16 04:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í mai mánaði 2014 tók Føroyska U20 landsliðið øll á bóli og vann IHF Trophy í Andorra. IHF Trophy er kapping fyri smátjóðir í hondbóltshøpi, og í Europa kappast bert 8 lið, av tí at Europa verður mett sum sterkasti heimsparturin í hondbóltshøpi. IHF Trophy Europa var undankapping til finaluumfarið sum verður rópt Intercontinental IHF Trophy, har vinnaratjóðin frá Europa, Asia, Afrika, Oceania og Pan America møtast.

Tilsamans hava nærum 100 tjóðir kappast í IHF Trophy um sæti til finaluumfari sum verður 21. ??? 25. Oktober í Gabrovo í Bulgaria. Føroyska U21 landsliði skal møta Kap Verde (vinnari í Afrika), Usbekistan (vinnari í Asia), Kolumbia (vinnari í Pan America) og Tahiti (vinnari í Oceania).

Hópurin fer í næstum undir fyrireikingarnar og verður endaliga úttikin fyrst í oktober mánaði, tá 14 mans vera úttiknir.

Her á heimasíðuni hjá HSF, koma í næstum kunnandi greinar um tjóðirnar, sum Føroyar skal møta í Bulgaria.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder