Ítróttur

Finalan í Karaoke

...

2016-06-12 18:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í gjár var aftur skipað fyri føroyameistarskapinum í karaoke. Tað skuldi finnast tveir vinnarar, ein mannligur og ein kvinnuligur, vinnarin av kappingini sleppur at umboða Føroyar til HM í Karaoke, sum í ár verður hildi í Vancouver, Kanada. Støði hjá luttakarunum var høgt og ikki var lætt hjá dómarunum at taka nakran frammum. Tó megnaði Dánjal Gomez við soultónum og rokki at sannføra dómararnar um at hann var rætti maðurin at umboða Føroyar til HM. Serliga var tað orkumikla framførslan hjá Dánjal sum gjørdi at hann skaraði burturúr.

Kappingin var skipað eitt sindur ørvísi enn áður, við tað at allir mannligu lutakararnir sungu áðrenn kvinnurnar sluppu framat, orsøkin til hetta var at eini lutakarin, Sofía Jørgensen, skuldi rógva á sundalagstevnuni, og varð tí nógv seinka av hesum. Men eftir ein langan og harðan dag, hevði Sofía enn nóg mikið av orku til at framførða so væl at dómarirnir valdu hana sum kvinnuliga føroyameistaran í Karaoke.

Sum nakað nýtt bleiv øll finalan stroyma á facebook vanganum hjá Karaoke Føroyum, og eru hesar kykmyndir enn at síggja har til tey, ið hava áhuga fyri tí.

Karaoke Føroyar vil nýta høvið til at takka øllum, sum luttóku í kappingini og vit vóna at síggja nógvar luttakarar aftur næsta ár.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder