Politikkur

Fimm tilburðir í gjár

...

2021-06-09 11:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fimm nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini frá Landslæknanum.

Allir tilburðirnir eru partur av kendum smittuketum.

845 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 288.905 kanningar.

752 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 711 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 40 persónar smittaðir við koronu, og 255 fólk eru í sóttarhaldi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder