JN

Fimm teir sterkastu telvararnir í Føroyum skulu dystast í Faroesopen 2018

...

2018-03-19 17:40 Author image
placeholder

 TíðindaskrivFimm teir sterkastu telvararnir í Føroyum skulu dystast í Faroesopen 2018 

Aftur í summar verður skipað fyri sterkari altjóða talvkapping í Føroyum. Tað erutalvfeløgini úr Kollafirði og Sandavági, sum standa aftanfyri hesa kapping. Telvað verður ískúlanum á Giljanesi, frá 7-14 juli. Telva verða 9 umførð og er kappingin opin fyri øllum attekna seg. Í ár eru 50 ár síðani Sandavágs talvfelag var stovnað og er tað ein heiður, at kunnahava slíka kapping í jubileumsárinum. 

Tað serliga við kappingini í ár er, at fyri fyrstu ferð í nógv ár, eru fimm teir sterkastuføroysku telvarnir við í somu kapping. Talan er um GM Helga D.Ziska, FM Høgni E.Nielsen, FM Rógvi E. Nielsen, IM John Rødgaard og IM John Arni Nilssen. 

Til Faroes Open í fjør var føroyska úrtøkan heilt hampulig. Helgi gjørdist nr 3 og Høgni fekkein IM norm í kappingini. Spennandi verður at fylgja okkara monnum, um teir kunna standaseg ímóti sera sterku útlendsku telvarunum, sum koma til Faroes Open. Av hesum kunnanevnast enski stórmeistarin, og vinnarin av enska meistaraheitinum í 2017, Gawain Jones.Hesin hevur eitt styrkital á 2651, ið er heili 99 fleiri enn okkara Helgi. Gawain Jones hevurfyri stuttum verið í kapping ímóti bestu telvarum í heiminum Carlsen, Anand, Caruana ogøðrum. Hetta var til Tata Steel kappingina í Hollandi. Harafturat er vinnarin frá Faroes Open2017 Srinath Naranayan. Hesin er spennandi indiskur telvari, sum ma. er venjari hjá ungaindiska stórtallentinum Nihal Sarin, sum var til kappingina Runavík Open í fjør.Fyrireikararnir eru sera glaðir fyri, at hava gjørt tað møguligt hjá bestu telvarum í Føroyum atmøtast til orrustu. Og vænta, at undirtøkan fyri kappingini annars verður góð. Fyrireikararnirvilja heita á allar føroyskar telvarar um at koma til kapping og ikki bíða til síðstu løtu við attekna seg. Tilmeldingar, upplýsing, myndir og annað ber til at lesa á Faroesopen.com. 

Tilmelding á Faroesopen.com ella at senda mail til [email protected] 

Vegna KT og ST 

Hjalti Petersen 

[email protected] 

Tlf 288125

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder