2015-04-02 00:18
FSF Varpið: Fult umfar í EFFO-deildini er á skránni Skírisdag, hósdagin 2. apríl. Í FSF Varpinum hesaferð meta Trondur Arge og Jóannes Jakobsen um 5. umfar í fremstu deildini hjá monnum.
Fimm spennandi dystir í EFFO-deildini eru á skránni Skírisdag, hósdagin 2. apríl.
Byrjað verður klokkan 14:30, tá HB og EB/Streymur bresta saman í Gundadali. Klokkan 15 byrja dystirnir ímillum Víking og FC Suðuroy, og TB og NSÍ. Klokkan 17 verður bríkslað í gongd á Argjum, har AB fær vitjan av ÍF, og klokkan 17:15 taka føroyameistararnir úr B36 ímóti KÍ.
Í FSF Varpinum hesaferð meta Tróndur Arge og Jóannes Jakobsen um 5. umfar í EFFO-deildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald