2013-09-20 02:22
Ársins mentanarheiðurslønir hjá Tórshavnar býráð vórðu í dag latnar á almennari samkomu í Müllers pakkhúsi. Virðislønin fyri fagrar bókmentir fór til Katrina Ottarsdóttur, virðislønin fyri yrkisbókmentir varð latin Pól Jespersen, Hilmar Joensen og Rakel Helmsdal fingu hvør sína barnamentanarheiðursløn, og virðislønin fyri mentanaravrik fór í ár til Turið Sigurðardóttur.
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2013 verður í ár latin Katrini Ottarsdóttur fyri yrkingasavnið Eru koparrør í himmiríki frá 2012. Nevndini sigur í grundgeving sínari, at talan er um eitt djarvt og bersøgið yrkingarsavn úr føroyskum jørðildi, sum viðger tabuløgd evni, ið seta síni álvarligu spor hjá tí viðbrekna barninum:
???Í einum hjartanemandi og djørvum yrkingasavni lýsir Katrin viðkvæma barnið, ið verður partur av einari terrorjavnvág millum eina sálarliga óstøðuga mammu og ein víkjandi pápa. Koparrør og lýtaleysur rabarbugreytur gerast ágangandi yvirgangsamboð í eyðskildum prosayrkingum, ið lýsa eitt hjúnalag, sum úteftir fylgir teimum spælireglum, samfelagið setur, men sum innanveggja er eitt satt ræðslukabinett.???
Virðislønir M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir og mentanarligt avrik
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir fer í ár til Pól Jespersen fyri bókina Rúmdin ??? almenn stjørnufrøði. Í grundgeving sínari sigur nevndin, at tekstur, myndir og ikki minst høvundans egnu tekningar gera eina sterka eind, sum gevur leikfólki møguleika at kunna seg um hesi torgreiddu evni.
???Í bókini verður livandi greitt frá longu stjørnufrøðisøguni. Við støði í lívssøguni hjá kendastu stjørnufrøðingunum fáa vit innlit í alt himmalhválvið, stødd- og alisfrøðina, sum stjørnufrøðin byggir á. Eingin lesari kann ivast í, at bókin byggir á drúgvar lærararoyndir og á lívlangan alsk til evnið.???
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik verður í 2013 latin Turið Sigurðardóttur. Nevndin sigur í grundgevingini, at Turið er ein eldsál, sum kveikir, stílar fyri og samstarvar, og sum hevur eitt vakið eyga fyri øllum mentanarlívi hjá børnum og vaksnum:
???Hon týðir og tað úr upprunamálum. Eitt nú skaldsøguna Salka Valka eftir Halldór Laxness, fimm bøkur um Pippi Langsokk eftir Astrid Lindgren umframt úr enskum og týskum. Turið er ein av virknastu bókmentafrøðingum okkara við týðandi ritgerðum um skaldsøgurnar eftir Martin Joensen, um tjóðskaparyrkingina, og hon skrivar bókmentasøgu. Turið hevur skrivað lærubøkur, greitt ritverk til prentingar og sett altjóða málskeið í verk.???
Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs
Onnur av tveimum barnamentanarheiðurslønum Tórshavnar býráðs 2013 verður latin Hilmari Joensen. Nevndin sigur í grundgeving sínari, at Hilmar sum fáur hevur evni at skapa lív rundan um seg, og at hann telist millum persónsmenskur, sum sjálvbodnar eru drívmegin handan týðandi barnamentanarlig átøk:
???Sum stigtakari til Hvør er kongur í Kongagøtu hevur Hilmar enn einaferð borið sang og leik inn um skúlagátt,til gleði fyri bæði næmingar og lærarar. Brotmyndaleikurin hevur endurlívgað okkara sang- og tónlistaskatt, umframt at mentanarlig og skapandi fræ eru sáað innan skúlagátt, har tey nú spíra og vaksa til.???
Hin barnamentanarheiðurslønin Tórshavnar býráðs 2013 verður latin Rakel Helmsdal. Í grundgevingini sigur nevndin millum annað, at Rakel dugir hendinga væl at samantvinna ymisku listagreinirnar, og at hon er ein sera virkin og nýskapandi listakvinna, ið áhaldandi hevur ríkað barnamentan okkara:
???Rakel dugir hendinga væl at samantvinna ymisku listagreinirnar, og hetta ber tónleikaævintýrið Veiða vind, ið hon skrivaði fantasifullu og fabulerandi søguna til, boð um. Verkið kom út í bók við stásiligum og litføgrum myndum hjá Janusi á Húsagarði og tónleiki hjá Kára Bæk. Verkið er eisini útsett fyri symfoniorkestur og, eins og Skrímslini, framført sum marionett-teatur. Myndabøkurnar um Skrímslini spretta úr fruktagóðum norðurlendskum samarbeiði, ið hevur vunnið viðurkenning uttanlands. Søgurnar møta børnunum í eygnahædd og viðgera viðkomandi tilveruspurningar. Søgurnar sampakka serliga væl við stóru, dramatisku myndirnar og serstøku grafisku uppsetingina.???
Fleiri myndir her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald