JN

Fimm bólkar eru finaluklárir

...

2015-05-18 01:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir seinna innleiðandi umfarið í Sement í gjárkvøldið, er nú greitt, hvør skal kappast í finaluni, ið verður komandi leygarkvøld á Reinsarínum.


Iron Lungs og Tummas Eivind & Hans Arni spældu seg víðari í finaluna, meðan Rökkvi, fekk wild card, ið verður givið til tann bólkin, sum dómararnir hildu vera tann besta av teimum, ið ikki upprunaliga kom víðari frá innleiðandi umførunum. 

Hetta merkir, at bólkarnir í finaluni verða:

Konni Kass
Sissal
Iron Lungs
Tummas Eivind & Hans Arni
Rökkvi

Hetta er ein blanding av øllum frá tí inniliga singer/songwriter stílinum til elektro popp og tungmálm. Finalan er leygarkvøldið kl. 20.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder