Okkurt um 1200 fimleikarar hjá Havnar Fimleikafelag fara at vísa hvat teir hava vant í vetur, tá felagið skipar fyri seks framsýningum í FIMI og í høllini á Hálsi.
Havnar Fimleikafelag endar komandi vikuskiftið enn eitt fimleikaár. Fimleikarárið verður rundað av við forvitnisligum framsýningum, har flestu íðkandi limirnir í felagnum, fara at vísa hvat teir hava vant í vetur.
Av tí at talan er um so nógv lið er neyðugt at skipa fyri ikki færri enn seks framsýningum. Tríggjar av hesum verða leygardagin 12. mars í høllini á Hálsi. Sunnudagin 13. mars verða tvær framsýningar í FIMI og tann seinsasta verður mánadagin 14. mars í høllini á Hálsi. Framsýningarnar verða skipaðar soleiðis at íðkarnir verða býttir upp eftir aldri.
Leygardagin 12. mars kl. 10, eru tað børn undir skúlaaldur sum sýna fram í høllini á Hálsi, kl. 13.30 eru tað børn úr 1. til 3. flokk, sum fara á gólvið. Seinasta sýningin leygardagin verður kl. 17, og tá eru tað ung úr 4. upp til 6. flokk, ið fara at royna seg.
Sunnudagin 13. mars verða tvær amboðsframsýningar í FIMI. Fyrra framsýningin kl. 14 er við íðkarum úr 1. flokki til og við 4. flokk og framsýningin kl. 17 er við íðkarum úr 5. flokki og eldri.
Seinasta sýningin verður mándagin 14. mars kl. 19. Hendan sýningin er við 7. flokki og eldri.
Nærri kunning um felagið og framsýningarnar á www.hf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald