JN

Fimleikaframsýningar hjá Havnar Fimleikafelag

...

2015-03-12 19:41 Author image
placeholder

Okkurt um 1200 fimleikarar hjá Havnar Fimleikafelag fara at vísa síni kynstur, tá felagið skipar fyri seks framsýnigum í FIMI og í høllini á Hálsi.

Havnar Fimleikafelag endar tvey tey komandi vikuskiftini eitt væleydnað fimleikaár. Fimleikarárið verður rundað av við forvitnisligum framsýningum har flestu íðkandi limirnir í felagnum, fara at vísa hvat teir hava fingist við í vetur.

Av tí at talan er um so nógv lið er neyðugt at skipa fyri ikki færri enn seks framsýningum. Tvær av hesum vera leygardagin 14. mars í FIMI. Leygardagin 21. mars vera tríggjar framsýningar í høllini á Hálsi og tann seinsasta verður mánadagin 23. mars í høllini á Hálsi. Framsýningarnar verða skipaðar soleiðis at íðkarnir vera býttir upp eftir aldri.

Leygardagin 14. mars verða tvær amboðsframsýningar í FIMI. Framsýningin kl. 11 er við íðkarum úr 1. flokki til og við 4. flokk og framsýningin kl. 14 er við íðkarum úr 5. flokki og eldri.

Framsýningarnar halda tó á fram í høllini á Hálsi vikuskiftið eftir. Leygardagin 21. mars kl. 10, eru tað børn undir skúlaaldur, kl. 13.30 eru tað børn úr 1. til 3. flokk, sum fara á gólvið. Seinasta sýningin leygardagin verður kl. 17, tá eru tað ung úr 4. upp til 6. flokk, ið fara at royna seg.

Seinasta sýningin verður mándagin 23. mars. Henda sýningin er við 7. flokki og eldri.

Meiri er at lesa um felagið og framsýningarnar á www.hf.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder