Ítróttur

Fimleikaframsýning í Sørvági

...

2016-04-04 21:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í vetur hevur kvøldskúlin í Sørvági saman við Rakul P. Vang skipað fyri fimleiki í Sørvági.

Saman við Rakul P. Vang hevur Gunn R. Joensen skipað fyri venjingunum og sigast má, at nógv er fingist burturúr. Afturat sær hava hesar havt góðar hjálparvenjarar.

Leygardagin var fimleikaframsýning, umleið 120 fimleikarar vístu fram fyri okkurt um 400 áskoðarum.

Harafturat var eitt gentulið hjá Havnar Fimleikarafelag, sum hevði eina framúr framførslu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder