2016-04-22 09:06

Kringvarpið visti í gjár at siga, at í samband við at sprongt verður fyri vegaføringini til Skálafjarðartunnilin, fingu fleiri hús skaða á Hvítanesi.
Vit hava fingið eitt filmsbrot, har tað sæst hvussu roykur legði seg um bygdina. Seks hús fingu hol á tekjuna.
Jákup Danielsen býr á Hvítanesi, og hansara hús hava fingið skaða. Hoyr samrøðuna við Jákup Danielsen og Steinovl Petersen, stjóra í J&K Petersen, sum arbeiðir á Hvítanesi, við at trýsta her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald