2016-02-04 04:54
Fyrra hálvfinalan í Coca-Cola steypakappingini hjá kvinnum millum VÍF og StÍF var leikt í Vestmanan í kvøld.
Dysturin gjørdist ein gysari. Í seinastu sekundunum tá ið støðan var 20-19 til VÍF, fór Bára Berthelsen ígjøgnum í vinstru síðu og fekk mál, men dómarnir Gert Hansen og Arnar Dam dømdu brotskast, sum av mongum var hildi at verða sera ivasamt. Sí filmsbrot niðanfyri. StÍF skoraði ikki uppá brotskastið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald