2019-11-04 06:13

Um 23 tíðina í gjárskvøldið rendi Arctic Voyager á land eystanfyri Vónina í Fuglafirði.
Tað vóru 4 mans umborð upplýsti MRCC fyri jn.fo í gjárskvøldið, men eingin vandi var á ferð. Arctic Voyager fór at leka, men tað var skjótt at tøma skipið fyri sjógv. Um 00:30 tíðina í nátt eydnaðist tað skipinum at sleppa leyst aftur, Arctic Voyager slapp leysur aftur við egnari megi.
Brimil var á Fuglafirði tá ið óhappið hendi, so hann var skjótur á staði. Boð blivu eisini send eftir Ziska úr Klaksvík, og Tjaldrinum sum var á Runavík.
Tórik Ábraham Rouah hevur lagt hetta filmsbrotið á Facebook.
Les eisini: Arctic Voyager hevur rent á land.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald