Ítróttur

Filmsbrot: Her stórbjargar Klæmint Olsen brotssparkinum

...

2016-04-25 11:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

NSÍ hevur lagt eitt filmsbrot út á Youtube,  frá dystinum við Stórá í Trongisvági, har spenningurin gjørdist øðiligur beint áðrenn dysturin ímillum TB og NSÍ var liðugur - støðan var 2-1 til NSÍ, tá ið brotsspark varð dømt til TB og NSÍ málverjin fekk reytt kort. Við tað at NSÍ hevði brúkt allar útskiftingarnar, so var neyðugt at ein útileikari fór í mál, Klæmint Olsen tók ábyrgd og stillaði seg millum stengurnar, tá Adu tók brotssparkið - Klæmint bjargaði hegnisliga og NSÍ vann sostatt 2-1 og komu í fjórðingsfinaluna.

Sí myndir frá dystinum her.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder