Í dag er nógv ferðsla um flogvøllin í Vágum. Í alt eru tað 20 fráferðir og komur um Vága Floghavn í dag.
11 fráferðir eru úr Vágum í dag, og fór fyrsta flogfarið klokkan 07:52 til Billund í morgun, seinasta flogfarið úr Vágum í kvøld fer klokkan 23:55 til Minsk í Hvítarusslandi. 7 av fráferðunum í dag eru til Danmarkar, tvær eru til Norra, og hinar báðar eru til Hvítarusslands og Frankaríkis.
Í alt skulu 9 flogfør lendi í dag, tað fyrsta setti seg klokkan 08:08, tað kom úr Keypmannahavn, og tað seinasta flogfarið í kvøld setur seg klokkan 20:50. 6 av flogførunum ið eru komin úr Danmark, 2 skulu koma úr Norra, og tað seinasta kom úr Íslandi.
Í dag hevur eisini eitt Airbus320neo hjá Lufthansa sett seg í Vágum, tað hevur royndarflogið uppá Føroyar í dag. Hini flogførini eru frá Atlantic Airways, Belavia og eitt privat flogfar.
Les eisini: Royndarflúgving hjá Lufthansa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald