2014-12-24 22:30
Árliga rekkjukoyringin í Vágum - tollaksmessukvøld byrjarði kl. 23 í gjárskvøldið. Byrjað var við FK-handilin í Miðvági. Hóast tað var sera hált í støðum í gjárskvøldið, so vóru omanfyri hálvtannhundra bilar við í rekkjukoyringini. JN.fo metur, at tað vóru umleið 160 bilar við í rekkjukoyringini. Tað eru ikki bert bilar úr Vágum, sum eru við í hesi afturvendandi rekkjukoyring, men bilar aðrastaðnis frá eru hesi seinni árini eisini komnir við í rekkjukoyringina í Vágum.
Rekkjukoyringin í Vágum byrjaði í 1998.
Sí myndir frá rekkjukoyringini her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald