Fyri at vit røkka málinum um lægri skatt, vil eg, at vit raðfesta útstykkingar, barnafrádrátt og niðurgjalding av skuld. Tað er lætt at seta fram ynskir og krøv um alskyns ágóðar og umstøður, men vit mugu taka veruleikan í álvara.
Neyðugar íløgur hava gjørt, at Vága Kommuna hevur stóra skuld, og, hóast vit eru í bestu tíðum, er kommunan spent sera hart. Skuldin hjá kommununi er út við eina álíkning, sum er tað mesta, vit kunnu lána. Við mongu íløgunum, ætlanir eru um, bæði á langtíðarætlan kommununar og ynskjum okkara annars, kemur lánið at hækka í sama mun sum væntaði inntøkuvøksturin í skatti.
Hetta er samstundis sum allir pílar í búskapinum peika uppeftir, lág renta, lágur oljuprísur, lágt arbeiðloysi, høgur laksaprísur osfr.
Men hendan gongd kann ikki væntast at verða viðvarandi, og vit eiga at takað fyrivarni. Gera vit ætlaðu íløgurnar og inntøkurnar ikki vaksa, ella, enn verri, tær minka, verður kommunan fastløst í
skuld, og hevur ongastaðni at heinta nýggjar inntøkur, við longu sera høga kommunuskattinum.
Ræðumyndin er ein kommuna, við høgum skatti, lánum yvir eina álíkning, tí inntøkan er minkað, og framhaldandi minkandi inntøkum. Sparingar verða tvungnar og skúli, barnagarðar, vegir og ognir okkara fella í órøkt.
Eg vil at langtíðarfíggjarætlanin verður endurskoðað, so vit:
1) fáa skuldina niðurgoldna á eitt sunt støði, sum eg meti verða 75% av núverandi álíkning, ella góðar 50 milliónir, og ikki ferð upp um hetta, tá nýggjar íløgur eru gjørdar.
2) fáa eina munagóða hækking í barnafrádráttinum, so okkara kemur at liggja í hægra endandum í landinum.
3) innføra grundøkja-trygd so nýggir tilflytarar ikki bíða eftir at sleppa at seta búgv.
Fíggjarstøðan má takast í álvara, og eg eri ikki bangin fyri at taka avleiðingarnar hesum.
Jarnhold Nattestad
Valevni á lista C, til kommunuvalið í Vága Kommunu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald