Í dag hava øll feløg í TF Holding samtakinum skift navn til Betri. Allar tænasturverða savnaðar á einum og sama stað fyri at veita kundanum best møguligutænastu. Frá í dag nýtist kundin í Føroya størsta fíggjarsamtaki bara at brúka einahurð fyri at nøkta allan sín tørv innan fígging, trygging, pensjón og húsamekling.
Fyri at veita okkara kundum bestu tænastu, avgjørdi nevndin í fyrrverandi TFHolding, at feløgini í samtakinum skuldu samstarva tættari. Í hesum sambandi varðavgjørt, at øll feløg í samtakinum skuldu finna ein felags samleika. Síðan á sumri í fjørhevur verið arbeitt miðvíst við at skapa nýggja samleikan.
Størri kanningararbeiði varð sett í verk í fjør, og vísti marknaðarkanningin, at bestaloysnin var at kalla øll feløgini í samtakinum ???Betri???. Sostatt verður TryggingarfelagiðFøroyar nú Betri Trygging. Eik Banki verður Betri Banki. INNI verður Betri Heim,meðan Betri Pensjón varðveitir sítt upprunaliga navn. BETRI eru samstundis fyrstubókstavirnir í nøvnunum hjá teimum fýra gomlu systirfeløgunum.
Samstundis, sum arbeitt hevur verið við nýggjum samleika, eru kundavendu økini íymisku feløgunum flutt saman. Fyrst varð hetta gjørt í Klaksvík í januar, síðani íSaltangará og nú í Tórshavn, har øll tey kundavendu økini hjá Betri Trygging, BetriBanka og Betri Pensjón eru savnaði á Kongabrúnni. Stáparnir hjá Betri samtakinumeru hinvegin savnaðar Yviri við Strond, sum samstundis er høvuðssætið hjámóðurfelagnum Betri P/F. Betri Heim og aðrar deildir í feløgunum verða verandi ásama stað.
???Vit fegnast um at kunna veita okkara kundum eina enn betri tænastu á einum ogsama stað. Hetta fer at gera tað lættari hjá okkara kundum, eins og vit fara at kunnaveita eina betri ráðgeving. Henda broyting kemur tí fyrst og fremst okkara kundum tilgóðar???, sigur forstjórin í Betri samtakinum, Súni Schwartz Jacobsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald