Politikkur

Fíggjarlógaruppskotið fyri 2018: Størsta avlop í 16 ár

...

2017-09-29 12:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fíggjarligt varsemi og miðvís átøk at røkka einum sjálvbjargnum, samhaldsføstum og tíðarhóskandi Føroyum eyðkenna uppskotið til fíggjarlóg fyri 2018, sum Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, legði fram fyri løtu síðan. Sum nakað nýtt er semja gjørd við ein andstøðuflokk um fíggjarlógaruppskotið, áðrenn tað verður lagt fyri Løgtingið.

Avlop landskassans verður 408 mió. kr. í 2018, og rakstrarútreiðslurnar vaksa einans 1,9%. Umleið 2/3 av avlopinum verður brúkt til at gjalda niður skuld, meðan umleið 1/3 verður sett í Búskapargrunn Føroya til at bjálva føroyska búskapin. Talan er um størsta avlop í einum fíggjarlógaruppskoti síðan 2001.
Landsstýriskvinnan legði, í framløgu síni, stóran dent á, at vit eisini skulu hava ráð til eitt samfelag við somu vælferðartænastum og veitingum sum í dag, tá ið búskaparliga sjóvarfallið vendir, og mótrákið kemur. Tí er neyðugt at halda aftur í rakstrarútreiðslunum, nú meðan viðrák er.

Viðrákið í dag stavar serliga frá stóru framgongdini í alivinnuni og uppsjóvarvinnuni. Harumframt er vøkstur í byggivinnuni, eins og framgongd er á fleiri øðrum økjum, eitt nú í ferðavinnuni. Eisini er oljuprísurin lágur, og rentustøðið er søguliga lágt. Um eitt, ella fleiri, av hesum viðurskiftum broytast, kann hetta ávirka okkara búskap skeiva vegin. Viðrák krevur tí eyka búskaparligt varsemi.

Hóast stóri fólkavøksturin og vaksandi talið av eldri fólki ??? av sær sjálvum ??? hava við sær ein munandi vøkstur í útreiðslunum, so er í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2018 lagdur stórur dentur á lágan vøkstur í rakstrarútreiðslunum.

Sum nakað nýtt hevur samgongan, sum liður í fíggjarlógararbeiðinum, eisini gjørt semju við Sjálvstýri. Sjálvstýri og samgongan eru samd um at virka fyri størri virksemi og fleiri íløgum kring landið, og partarnir hava tí gjørt semju um fíggjarlógaruppskotið fyri 2018.

Fíggjarlógaruppskotið hevur miðvísar raðfestingar, ið stimbra varandi fólkavøkstur, økja um vælferðina, styrkja vinnuna, økja sjálvræðið og flyta samfelagið framá á mongum økjum. Millum mongu átøkini í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2018 teljast:

??? Barsilsskipanin verður betrað ??? barsilstíðarskeiðið longt 2 vikur
??? Innlendis ferðavinnumenningin munandi uppraðfest
??? Lesandi undir hægri lestri fáa lestrarstuðul tann 12. mánaðin
??? Fyritíðarpensjónistarnir fáa 1.000 krónur meira um mánaðin
??? Menningarætlan fyri heilsuverkið verður sett í verk ??? eitt nú við fleiri serlæknum, nýggjum endurmenningartilboði og nýggjum dagtilboði til børn og ung á psykiatriska deplinum
??? Munandi fleiri leigubústaðir gerast tøkir
??? Nýggj náttúruverndarlóg og náttúrufyrisiting
??? Persóns-, familju- og arvarrættarliga økið, útlendingamál og partvíst loftrúmið verða tikin heim
??? Nýtt havrannsóknarskip og fíggjarligan styrk til Havstovu og Fiskiveiðieftirlitið
??? Mentanargrunnurin munandi uppraðfestur við nýggjari minstulønarskipan fyri yrkislistafólk
??? Fjølbroyttar íløgur kring alt landið ??? eitt nú nýggj høli til Sjóvinnustýrið í Vágum, nýggjan Húsarhaldsskúla í Klaksvík, miðnám í Kambsdali útbygt, íløga í eftirskúla og ítróttarháskúla í Suðuroy, íløgur í Landsjúkrahúsið, Glasir og í Klaksvíkar Sjúkrahús.

???Góðar tíðir krevja varnan fíggjarpolitikk. Eg eri eri fegin um, at vit við hesum fíggjarlógaruppskotinum flyta okkum enn nærri einum sjálvbjargnum, samhaldsføstum og tíðarhóskandi Føroyum, samstundis sum vit bjálva okkara búskap til framtíðina við vaksandi avlopi og lágum rakstrarvøkstri. Harvið bæði bjálva og brynja vit Føroyar til framtíðina???, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Fíggjarlógaruppskotið kann takast niðurher

Búskaparfrágreiðing II 2018 kann takast niðurher

Framløgan kann takast niðurher

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder