Vinna

Fíggjarleiðari til P/f Faroe Origin

...

2019-05-14 11:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Okkara fíggjarleiðari hevur tikið av øðrum avbjóðingum, og tí søkja vit eftir fíggjarleiðara at byrja skjótast gjørligt.

Um starvið:

Fíggjarleiðarin hevur ábyrgdina av dagligu fíggjarstýringini av felagnum í tøttum samstarvi við stjóran. Fíggjarleiðarin er eisini partur av leiðslubólkinum í felagnum.

Fíggjarleiðarin hevur ábyrgdina av:

  • Dagligu fíggjarstýringini, herundir bókhaldi, lønar- og debitorstýring v.m.
  • Uppseting av lønsemisgreiningum
  • Rakstrarætlanum og uppfylgingum
  • Mánaðar- og ársroknskapum
  • Roknskaparskipanum
  • Fígging og samskifti við peningastovnar
  • Dagligu leiðsluni at skrivstovufólkum felagsins

Førleikakrøv:

· Vit vænta at tú ert ágrýtin, hevur góð samstarvsevni, kanst arbeiða sjálvstøðugt eins og í toymi.

· Hóskandi ástøðilig útbúgving innan roknskaparøkið, t.d. HD-R, Cand merc. Aud ella líknandi útbúgving

· Viðkomandi royndir innan roknskap og fíggjarstýring.

· Leiðsluroyndir er ein fyrimunur

· Telduførleikar á rímuliga høgum støði

· Málførleikar í føroyskum, donskum og enskum í skrift og talu

Vit bjóða:

· Eitt spennandi starv í einari lutfalsliga stórari útflutningsfyritøku

· Løn eftir nærri avtalu

Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til [email protected]. Um tú hevur onkrar spurningar til starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Jens Paula Petersen, stjóra, á tlf 550650, ella senda teldupost til [email protected].

Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 3. juni. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Faroe Origin er ein fiskivinnufyritøka við 6 partrolarum og tveimum framleiðsluvirkjum í ávíkavist Saltangará og á Toftum. Tað starvast uml. 200 fólk í samtakinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder