Sørvágs bygdaráð samtykti á bygdaráðsfundinum mikukvøldið hin 29. november 2017 fíggjarætlanina fyri 2018. Hon javnvigar við góðum 60 mió. kr.
Hesi eru høvuðstølini:
Rakstur : Inntøkur:
Rakstrarútreiðslur 43.699.000
Avdráttir 3.383.000
Rakstur + avdráttir 47.820.000 Inntøkur 56.829.000
Íløgur 12.950.000 Lán 3.203.000
Samlaðar útreiðslur 60.032.000 Innt. og lán 60.032.000
Skattaprosentið verður óbroytt 21,7%. Tá ið Sørvágs og Vága kommunur fóru at umbyggja heimið á Sýnini, var okkara skattaprosent hækka við 0,7% at fíggja afturgjaldingina av láninum frá landinum. Okkara partur av láninum verður liðugt afturgoldin á sumri 2019.
Kommunan raðfestir barnafamiljuna og ung.
Barnafrádrátturin hækkar við kr. 500,- til íalt kr. 6.000,- fyri hvørt barnið.
Ansingargjaldið lækkar munandi:
Frá kr. 2.300,- til kr. 1.900,- fyri vøggustovupláss (hálv tíð frá 1.265 til kr. 1045,-)
Frá kr. 1.825,- til kr. 1.600,- fyri barnagarðspláss (hálv tíð frá 1.004 til kr. 880,-)
Frá kr. 1.100,- til kr. 950,- fyri frítíðarpláss (hálv tíð frá 605,- til kr. 523,-)
Stóra broytingin er avsláttarskipanin. Sum nú er, er systkinaavslátturin eftir yngsta barnið 25%. Frá 1. januar 2018 skal rindast fult gjald fyri yngsta barnið og hálvt gjald fyri tað næstyngsta. Hevur familjan fleiri enn tvey børni í ansingarskipanini, so verður einki rinda fyri hesi. Hetta merkir, at ein familja ongantíð rindar meir enn kr. 2.850,- í ansingargjaldi.
Kommunan hevur eisini samtykt, at tað verður skipað fyri einum tilboði fyri ung frá januar 2018. Dagstovnurin Alvalon fer at standa fyri hesum.
Aðrar raðfestingar í 2018
Størsti parturin av íløgunum í 2018 fara til tekniska økið. Fólkatalið í kommununi er vaksandi, og okkum vantar grundøki. Høvuðsíløgan fer tí til byggibúning. Peninger er eisini settur av til at fáa heimið á Sýnini og miðstaðarøkið á Stakka liðugt. Vit fara framhaldandi at dagføra spillivatnsskipanina. Eisini er peningur settur av til nýggjar ljósmastrar við vøllin á Dungasandi og eina ventilatiónsskipan í svimjihøllini.
Sørvágs kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald