Politikkur

Fíggjarætlanin fyri 2022 hjá Vága kommunu einmælt samtykt

...

2021-11-24 07:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Á býráðsfundinum hjá Vága kommunu í kvøld, varð fíggjarætlanin fyri 2022 einmælt samtykt.

Býráðið samtykti somuleiðis, at skattaprosentið og barnafrádrátturin verður óbroytt, ávikavist 22% og kr. 5.500,-.

Inntøkurnar hjá Vága kommunu fyri 2022 eru mettar til kr. 108.371.000,-. Raksturin er mettur til kr. 97.127.000,-. og løgujáttanin er á kr. 47.482.000,-.

Í síðstu viku samtykti býráðið í Vága kommunu at fara undir 2.byggistig av Skúlanum á Giljanesi. Hetta er ein stórur partur av løgujáttanini, og vísur fíggjarætlanin fyri 2022 tí eitt undirskot á kr. 35.877.000,-. Men hetta er ein týdningarmikil íløga í framtíðina, metur býráðið í Vága kommunu.

Harafturat eru kr. 10.000.000,-. avsettar til byggibúning, og lagt er upp fyri byggibúning næstu árini.Millum verkætlanirnar, ið eru í umbúna, eru útstykkingarnar norðuri á Heiðum í Miðvági og norðuri í Sørpum í Sandavági, umframt ein minni útstykking í Vatnsoyrum.

Íløgurnar eru stórar, men neyðugar og Vága kommuna heldir seg undir einari álíkning.

Bjarni Prior, borgarstjóri


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder