Søkt verður eftir feriuavloysarum til Heimatænastuna í Vágum frá 1. juni til 31.august 2016
Kjarnuuppgávan hjá Heimatænastuni í Vágum er við miðvísari umsorgan, tænastu, heimatænastu og heilsu- og sjúkrarøkt at stuðla borgaran, so tey eru virkin sum longst.
Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri aldrandi borgarar, so er tað tær, vit leita eftir sum feriuavloysara til Heimatænastuna í Vágum.
Heimatænastan í Vágum fevnir um: Røktarheimið á Sýnini, húsini hjá Ivani, dagtilboðið Virkni, heimahjálparatænastuna og heimasjúkrarøktartænastuna.
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, heilsuhjálparum, køksrøktarstarvsfólki, reingerðarfólki/vaskarí.
Lønar-og setanartreytir eru sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Um tú ynskir at vita meira um størvini, ert tú vælkomin at at seta teg í samband við Heimatænastuna í Vágum á telefon 793200 ella á teldupost [email protected]
UMS??KN
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, autorisatión og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 29. apríl 2016.
Umsóknin, merkt ???summarfrítíðaravloysari???, skal sendast til:
Heimatænastuna í Vágum
Jatnavegur 2
370 Miðvágur
Ella á teldupost: [email protected]
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald