
Hesa vikuna vitjar Ferðslutrygd á Torginum í SMS við framsýning og virksemi.
Í samandi við at 40 ár eru liðin, síðan Ráðið fyri Ferðslutrygd varð stovnað, hevur Tryggingarfelagið Føroyar latið framsýning við týdningarmesta virkseminum hesi árini. Framsýningin verður á Torginum alla vikuna 15.-20. februar.
Vitjandi hava høvi at fáa orð á Ferðslutrygd og uppliva ymiskt kl. 15.30-17.30 yrkadagar og kl. 14-16 leygardagin:
- Við Hvølvusi kunnu fólk royna megina í trygdarbeltinum, tá ein bilur melur runt. Eisini kann lærast, hvussu ein kemur trygt úr bili, sum endar á takinum. Aldursmark: 15 ár.
- Við rúsdrekkabrillum kann roynast, um tey klára at ganga beint eftir linju í gólvinum.
- Í spurnakappingini um trygd í ferðsluni verður kastað lut um vinning við kurv við lystimeti.
- RFF vísir, hvussu súkkluhjálmur verður bundin rætt.
- Eisini er høvi at kjakast við Ferðslutrygd um leyst og fast um ferðslutrygd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald