2017-12-19 17:24

Fyri løtu síðani hendi eitt ferðsluóhapp við sunnara munnan við Leynartunnilin, har tveir persónbilar og ein lastbilur rendu saman.
Talan er ikki um álvarsligan fólkskaða.
Sera nógv ferðsla er á staðnum og heitt verður tí á bilførar um at koyra varliga og vísa tolsemi. Í løtuni er koyrandi í aðrari breytini, men ferðslan er nógv tarnað.
Løgregla og ambulansur eru á staðnum, boðar løgreglan frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald