2015-10-15 22:03
Um hálvgun fimm tíðina hendi eitt ferðsluóhapp í Kaldbakstunnlinum.
Av politistøðini í Havn verður sagt, at tað hendi tá ein bilur bremsaði nokkso knappliga og bilurin aftanfyri royndi at umganga at renna á. Aftari bilurin rendi tá í tunnilsveggin.
Einki álvarsligt hendi og førarin ringdi sjálvur til løgregluna, tað skrivar portal.fo
Sløkkiliðið kom á staðið og beindi bilin burtur. Í meðan tað fór fram, varð ferðslan leidd av løgregluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald