2016-01-08 14:15
Í gjárskvøldið klokkan 19:13 fekk løgreglustøðin í Havn fráboðan um, at eitt ferðsluóhapp var hent á Bíggjarvegnum, beint vestanfyri Breiðá.
Ein genta misti tamarhald á bilnum, og fór síðani útav vegnum, upplýsir vakthavandi fyri JN.fo í morgun. Gentan var síðani flutt á landssjúkrahúsið til kanningar, meira veit vakthavandi ikki at siga um gentuna.
Annars kann leggjast afturat, at náttin hevur verið stak friðarlig, sigur vakthavandi í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald