JN

Ferðsluóhapp: 5-ára gamal drongur fluttur á Landssjúkrahúsið

...

2016-02-11 23:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyri einum tíma síðani, klokkan 16:10 fekk løgreglan boð um, at ein drongur var ákoyrdur heima á Sandi. Drongurin kom undan einum garði, og rann út fyri ein bil, ið hevði sera lítla ferð um 20-25 km/t, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn fyri JN.fo.

Drongurin er nú fluttur á Landssjúkrahúsið við bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, vakthavandi á løgreglustøðini, upplýsir fyri jn.fo, at drongurin hevur fingið onkran snudd á høvdi, og møguliga er vinstra lær brotið.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder