2016-09-02 15:08
FERÐSLA: Í sambandi við hálv marathon renningina úr Gásadali til Sandavágs leygardagin 3. september, verður Vatnavegurin stongdur í tíðarskeiðnum kl. 11.30 - 13.00 frá rundkoyringini við FK í Miðvági til omankoyringina á flogvøllinum. Gásadalstunnilin er somuleiðis stongdur í umleið hálvan tíma millum kl. 11.00 og 11.30, meðan fólk renna og ganga ígjøgnum tunnilin.
Tað er ítróttarfelagið Frælsi, ið skipar fyri hesum tiltaki saman við Fólkaheilsuráðnum og kommununum í Vágum.
Sí annars kort við rutuni ísv. hálv marathon í Vágum her:Maraton_vagar2016.pdf(2,95 MB)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald