JN

Ferðsla á Vestanstevnu

...

2015-07-09 22:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kunning frá Vága kommunu, vestanstevnunevndini og politinum um ferðslu á Vestanstevnuni í Sandavági 2015.

Í sambandi við Vestanstevnuna í Sandavági í vikuskiftinum, verða hesar reguleringar gjørdar í ferðsluni:

Frá fríggjadegnum 10. juli kl. 1950til mánadagin 13. juli kl. 1300:

Í sambandi við tivoli, tombola o.a. verður vegurin á Sondum stongdur fyri allari ferðslu uttan akførum við kappróðrarfólki og bátum, sum sleppa at koyra ígjøgnum millum kl. 1130og 1300.

Fríggjakvøldið tann 10. juli 2015:

Súklukapping verður fríggjakvøldið millum kl. 1730og 1830. Í hesum tíðarskeiði verður ferðslan tarnað á Hammershaimbsvegi, á Sondum og ??ti á Bakka. Vaktir, sum vegleiða ferðsluna, eru í økinum.

Í sambandi við setanina, sum verður í miðstaðarøkinum, verður Skrúðgonga frá Valloyruni fríggjakvøldið millum kl. 1950og 2020. Í hesum tíðarskeiði verður ferðslan tarnað á Giljavegi (landsvegurin), Hammershaimbsvegi, á Sondum og á Valloyravegi. Vaktir, sum vegleiða ferðsluna, eru í økinum.

Leygardagin tann 11. juli 2015:

Í sambandi við flutning av kappróðrarbátum, verður ferðslan tarnað á Hammershaimbsvegi, á Sondum, ??ti á Bakka, ??ti á Bø, á Onundarvegi, á Torkilsvegi og Steigarbrekku frá kl. 1130og til steypahandanin er liðug og bátarnir farnir avstað aftur.

Í sambandi viðkappróðurinvera hesir vegir stongdir fyri allari ferðslu uttan akfør við kappróðrarfólki og bátum frá kl. 1200og til steypahandanin er liðug: Sjóberið, á Sondum og ??ti á Bakka.

Parkering:

Í sambandi við Vestanstevnuna verður heitt á íbúgvar í Sandavági um í mest møguligan mun at parkera bilar sínar á privatum økjum.

Bilar, sum koyra kappróðrarbátar, skulu setast ??ti á Bakka og ??ti á Bø. Annars verður møguligt hjá gestum at parkera á Onundarvegi, Sjóberinum, Kirkjuvegi, Eingjartoftum, parkeringsøkjum við Hammershaimbsveg og á Valloyruni. Vaktir vera í økinum at vegleiða ferðsluna.

Annars má roknast við, at ferðslan sum heild í Sandavági verður merkt av, at Vestanstevna er í bygdini.

Sandavági, tann 9. juli 2015

Vága kommuna, vestanstevnunevndin og politiið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder