2015-08-21 00:44
At ferðavinnan alt ov ofta verður gloymd í politiska kjakinum fellur mær fyri hjartað.
Ferðavinnan er ein útflutningsvinna í stórari menning og vit skulu politiskt arbeiða fyri at menna eina burðardygga ferðavinnu og geva ferðavinnuni kor, at kappast á javnum fóti vil okkara grannalond.
Umsetningurin í ferðavinnuni var í 2013 heilar 577 mió. kr og ársverkini vóru 331. Parturin av ferðavinnuni í samlaðu virðisøkingini í samfelagnum (BT??) var 226 mió. kr. ella 1,6%.
Visiónin hjá Visitfaroeislands er at økja umsetningin til 1. mia. kr. og at fáa 450 ársverk í 2020.
Visitfaroeislands hevur 3 fokusøki, samskipan av marknarførðingini av einum felags brandi, at skapa góðar karmar fyri vinnuna og at menna vinnuna burðardygt.
Játtanin til Visitfaroeslands var í 2014 12,9 mió. kr. og av hesi játtan vóru 8,5 mió. brúktar til marknaðarføring av Føroyum, 3,7 til umsiting og rakstur og 0,7 til hagtøl. Visitfaroeislands hevur gjørt eitt megnararbeiði at marknaðarføra Føroyar og hava dugað væl at fingið sera nógv burturúr játtanini, stórt herðaklapp fyri tað.
Men hvar er peningurin til burðardygga menning?
Vit sanna, at vit mugu økja játtanina til menning av hesari týdningarmiklu vakstrarvinnu og betra korini, kappingarførið og ikki minst móttøkuapparatið til okkara ferðafólk. Vit mugu fáa eina ráðgevingarfunktión á Visitfaroeislands, til innanlendis menning av einari burðardyggari ferðavinnu.
Samanbera vit við Ísland, er ferðavinnan økt úr 18,8% í 2010 til heili 28,9% í 2014 av BT?? í Íslandi og ársverkini eru økt úr 9.800 til 14.500. ??t frá hesum trúgvi eg, at ferðavinnan fer at vaksa enn skjótari enn vit vænta og vit mugu vera klár.
Pengar frá ferðafólki eru pengar inn í landið. Har fer onki út aftur til vøruframleiðslu, náttúran er okkara vøra. Tá føroyingar ferðast í Føroyum, brúka vit pengarnar her í landinum heldur enn at fara út um landoddarnar við teimum hetta er fantastiskt fyri okkara búskap.
Framsókn eggjar til vørumenning, fakliga menning og áhugan at gera íløgur í føroysku ferðavinnuna og vit fara at arbeiða fyri at ferðavinnan verður eitt bein at standa á, hjá føroyska landsbúskapinum.
Eg má skoyta uppí, at vit mugu broyta grindalógina alt fyri eitt, so vit ikki steðga góðu gongdini í ferðavinnuni.
Vit ynskja eina burðardygga ferðavinnu, har javnvág eru millum vinnuna, náttúruna og umhvørvið og vit fara at virka fyri, at vit fáa fleiri ferðavinnuútbúgvingar í Føroyum.
Oda Wilhelmsdóttir Andreasen
Valevni fyri Framsókn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald