Politikkur

Ferðavinna og mentan

...

2015-08-20 02:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ferðavinnan er einvaksandi vinna. Inntøkur hjá tí almenna eru vaksandi og um allan heimin verðurFøroyar marknaðarført sum ferðavinnuland. Ferðamanna skip í hópatali, Norrønasiglir fullfermd og flogfør seta seg hvønn dag við ferðafólki, sum koma atvitja okkara vøkru oyggjar. Alt gott um tað, men vit eiga at fáa meir burtur úrferðavinnuni. Vit eiga at spyrja okkum sjálvið: Hvat kunnu vit bjóða? Hvathevur teirra áhuga?

Lat meg taka nøkuruppskot úr rúgvuni, ið vit kunnu arbeiða við. Matmentan okkara er á mangarmátar serstak. Bara søgan um hvussu forfedrar okkara máttu stríðast fyri at fáamat á borðið er ein rík søga. Eisini kundi hetta verið samantvunnið við søgunaum útróðrin við árabáti.

Føroyar og tað fólkið, iðher býr, hava ikki altíð havt tað eins lætt, sum nógv onnur lond, tá tað kemurtil at fáa rávørur til høldar. Veðrið ger, at tað er torført hjá okkum atkappast við stór landbúnaðarlond um framleiða landbúnaðarvørur. Heldur ikki ásjónum er tað eins lætt, at fáa fiskin til høldar. Hóast veðrið manglar spælirokkum eitt puss, so eru okkara rávørur í heimsklassa. Vit hava longu í dagmegna, at fingið ferðafólk, at koma til Føroya fyri at royna okkara matmentanog okkara rávørur. Tað kann nevnast, at matstovan KOKS hevur funnið viðurkendarprísir fyri teirra góðu rávørur. Hetta eiga vit at arbeiða meiri við.

Sagnir okkara dragaeisini ferðafólk til sín. Kópakonan í Mikladali hevur drigið nógv ferðafólk tilsín ??? bæði føroysk og útlendsk. Vit eiga nógv søgulig støð kring allar Føroyar.Eitt nú múrurin í Kirkjubø og kirkjan í Kollafirði fyri at nevna nøkur úrrúgvuni.

Fólkaflokkurin vil skapakarmarnar fyri einari blómandi ferðavinnu. Fólkaflokkurin vil stuðla og eggjaøllum við krevativum hugskotum í ferðavinnuni - tí vit meina tað.

 

Poul Adrian í Homrum

Valevni Fólkafloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder