2018-04-29 07:45

Fyrradagin sóðu fleiri ein Kúhegra heima á Sandi og hann var aftur at síggja í gjár.
Kúhegrin er sera sjáldsamur um okkara leiðir, hann er bert sæddur einaferð áður í Føroyum.
Kúhegri eigur í suður Europa, men sæst nú oftari og í størri mongdum enn áður í útnorðings Europa.
Kúhegri livur ikki av fiski sum fleystu hegrar, men av smákyknum og sæst hann tí oftast á dyrkaðum lendi har krýartúr gongur á beiti ella í vátlendi.
Í gjár var eisini ein Helsut Trøllantar bøga at síggja, hon var úti í Havnardali.
Helsut Trøllont er vakurt Norður Amerikanskt kavantar slag og tykist hon nú at verða árligur ferðagestur í Føroyum.
Sera stuttligt og sjáldsamt er tað, at síggja ferða fuglar úr eystri og úr vesturi sama dag.
Myndir og tekstur:
Rodmund á Kelduni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald