Vinna

Ferðafrásøgn frá fyrsta túrinum beinleiðis úr Vágum til París

...

2019-07-01 15:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Atlantic Airways byrjaði í dag at flúgva nýggju rutuna hjá flogfelagnum, við næstan fullsettum flogfarið. Talan er nemliga um beinleiðis rutu millum Vágar og París.

Umborð á flogfarinum niður sum fleyg millum Hetland og Skotland, og síðani víðari suðureftir eystan fyri Ongland fingu tey ferðandi bjóða champagne umframt okkurt at eta og annað at drekka.

Umborð tók Árni Olsen, sum er sølu- og marknaðarleiði hjá Atlantic Airways orðið. Hoyr tað her.

??tlanin var at hátíðarhald skuldi verið á flogvøllinum í París tá ið flogfarið setti seg har, og skuldi Jóhanna á Bergi, stjóri í flogfelagnum, klippa tann reyða snórin, men soleiðis gekk ikki. Tað vóru bara nøkur fá fólk, sum sluppu við bleiv sagt av teimum á flogvøllinum, og fingu tey ferðandi tí ikki hátíðarhaldi við, har Jóhanna á Bergi m.a. skuldi siga nøkur orð.

Jóhanna á Bergi, stjóri, Marius Davidsen, fíggjarstjóri og Pætur Rasmussen, Network and Charter Manager, fóru aftur til Føroyar við flogfarinum. Áðrenn fráferðina til Føroya var eitt lítið hátíðarhald á flogvøllinum fyri teimum sum fóru til Føroyar. Har vóru m.a. umboð fyri pressuna í Frankaríkið og onnur ferðandi.

Túrurin úr Vágum til París tók 2 tímar og 20 min.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder