Vinna

Ferðafólkatalið um Vága Floghavn stendur í stað

...

2015-03-04 13:41 Author image
placeholder

 Ferðafólkatalið um Vága Floghavn stendur í stað.

Sambart hagtølum frá Vága Floghavn, so ferðaðust 28.217 fólk um floghavnina í januar og februar í ár, í fjør var talið 28.284 t.v.s. ein minking uppá 67 ferðafólk higartil í ár, um samanborðið verður við sama tíðarskeið í fjør.

Men væntandi fara fleiri at ferðast í mars í ár enn í fjør - sólarmyrkingin man fara at draga nógv ferðafólk hendanvegin.

MánaðiFerðafólk íalt%-vís mðr broyting 2014Higartil%-vís mðr broyting 2014
jan15461-0,915461-0,9
feb127560,628217-0,2

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder