Frá januar til og við marts hava 56.821 ferðafólk ferðast umvegis Vága Floghavn. Hetta er ein vøksur uppá 5317 ferðafólk ella 10,5% í mun til somu tíð í 2015.
Tað var væntandi at ferðafólkatalið fyrstu tríggjar mánarnar í 2016 fór at hava sera ilt við at halda sær sammet við fyrstu tríggjar mánarnar í 2015, tí at sólarmyrkingin síðsta ár hevði eina øking á umleið 4000 ferðafólk. Tó kann Vága Floghavn nú staðfesta, at jaliga gongdin við fleiri flogvegis ferðandi heldur áfram.
Tá ið flogvøllurin bleiv yvirtikin frá dønum, vóru tey flestu av tólunum og útgerðin gomul. Nevnd og leiðsla hevur sett sær fyri leypandi at skifta útgerðina á flogvøllinum út við nýggja og nútímans útgerð, umframt at flogvøllurin til eina og hvørja tíð skal liva upp til øktu trygdar- og tilbúgvingarkrøvini.
???Vága Floghavn er ein altjóða flogvøllur sum skal liva upp til altjóða krøv. Sjálvt um vit ikki eru nógv sum ferðast, tá ið man samanber okkum við størri flogvallir á meginlandinum, so skulu vit til eina og hvørja tíð liva upp til júst somu krøv sum aðrir europeiskir flogvallir???, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.
Duty Free FAE sum tollfríi handilin á flogvøllinum eitur, er eitt felag sum Atlantic Airways og Vága Floghavn eiga í felag. Handilin hevur lagt seg eftir at vera bíligari enn kappingarneytarnir, og serliga bíligari enn Kastrup. Hetta sær út til at hava hepnast sera væl, tí at kanningar vísa, at alsamt fleiri føroyingar velja at keypa sínar vørur á flogvøllinum í Vágum heldur enn í Kastrup. Harumframt hevur Duty Free FAE og Formula ment eina nýggja og framkomna heimasíðuskipan, sum ger at man kann bíleggja og gjalda fyri vøruna áðrenn fráferð ella komu.
???Pre-Order skipanin er serliga góð hjá teimum, sum ikki tíma ella hava tíð til at standa í kø. Við hesum kunnu tey á www.dutyfree.fo bíleggja og gjalda áðrenn fráferð ella komu og vøran stendur so klár at avheinta við ein serligan kassa bara til tey sum hava bílagt frammanundan???, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn at enda.
Sí eisini gongdina í 2013, 2014, 2015 og 2016 á myndini niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald