2019-03-30 20:09

Flogfarið hjá Atlantic Airways, sum fór avstað kl. 8.01 í morgun, mátti lenda aftur í Vágum, tí ein fuglur kom í annan motorin á flogfarinum.
Flogfarið lendi aftur í Vágum eftir at hava verið á flogi í 20 minuttir. Nøkur av ferðafólkunum blivu umbookaði til SAS sum fór úr Vágum seinnapartin, og restin sleppir avstað seinni í kvøld.Vit hava verið í sambandi við eitt ferðafólk, sum greiður soleiðis frá: At tey fingu góða forkláring frá flogskiparinum, og fólk vóru ógvuliga rólig - ferðafólkið sigur víðari, at tað larmaði í motorinum, og tað byrjaði at lugta av útstøtsroyki í kabinuni í flogfarinum.
Jóhanna á Bergi stjóri á Atlantsflogi segði við útvarpið í morgun, at motorurin verður kannaður, og møguliga skiftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald