Vinna

Ferð komin aftur á lønargjaldingarnar

...

2016-12-09 09:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í november vóru lønirnar, árstíðarjavnað, 719 milliónir. Hetta er triði mánaðurin á rað, at lønirnar vaksa. Higartil í ár  hava lønirnar sveiggjað um 700 milliónir, men í november lyftu lønirnar seg uppá næstan 720 milliónir, sum er tað mesta í ár.

Trendurin, sum vísir langtíðargongdina, hevur nærum ligið flatur í ár, men síðan august er ferðin á trendinum vaksin hvønn mánað.


Byggivinnan minsta vøksturin í november

Verður hugt eftir trendinum í høvuðsvinnubólkum (sí mynd niðanfyri), sæst at fiski- og alivinnan høvdu eitt upplop, sum byrjaði á heysti 2015 og toppaði í februar 2016. Síðan tá  hevur fiski- og alivinnan havt afturgongd, men í oktober byrjaði framgongdin aftur og í november var tað í  høvuðsvinnubólkinum fiski- og alivinnuni, at vøksturin var størstur.

Byggivinnan hevur seinastu trý árini havt stóran vøkstur, men nú tykist ferðin verða minkað, og var tað byggivinnan, sum hevði minsta vøksturin í november.

Bæði privatar og almennar tænastur hava eina javna óbroytta gongd, sum vísir ein lítlan vøkstur hvønn mánað.

Legg til merkis: myndin omanfyri  vísir ikki støddina á vinnugreinunum men ta ymisku ferðina, sum er í trendinum fyri hesar vinnugreinar, ið allar vóru settar til 100 1. jan. 2010

Dagførd og útgreinað hagtøl um lønargjaldingarnar eru at finna í hagtalsgrunninum her.

 

Stutt um árstíðarjavning og trendin

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder