Streymurin frá vindmyllum verður skjótt fimmfaldaður, og SEV fer at spara 30.000 tons av olju um árið.
Í hesi vikuni hava 12 privatar fyritøkur boðað frá, at tær hava bundið seg til at minka teirra útlát av vakstrarhúsgassi við í minsta lagi eini helvt innan 2030. Tríggjar av fyritøkunum eru farnar so langt sum at siga, at tær skulu als ikki hava nakað útlát í 2030.
Hetta eru gleðilig tíðindi, tí skulu vit røkka málinum um eitt grønt orkuskifti, mugu bæði tey sum framleiða orku, og tey sum nýta hana vera við í skiftinum. Tað nyttar ikki at framleiða meira enn fólk og virki klára at brúka. Tí má framleiðslan og nýtslan ganga hond í hond. Vit skulu á aðrari síðuni framleiða nógv meira streym úr grønum orkukeldum, og á hinari síðuni skulu vit umleggja nýtsluna í samfelagnum frá olju til el.
Tað er eingin loyna, at umleggingin til grøna framleiðslu hevur rent seg í nógvar forðingar á vegnum, og hesar hava seinka arbeiðinum nógv, men nú sær út til, at vit um stutta tíð fara at síggja úrslit, sum fara at gera góða mun.
Fimmfalda grønu framleiðsluna
Verandi vindmyllur í meginøkinum framleiða tilsamans umleið 50 ??? 60 GWt um árið. Men nú eru tríggjar vindmyllulundir ávegis, og tá tær eru komnar í gongd (helst innanfyri tvey tey næstu árini), fara tær at framleiða tilsamans 220 GWt afturat verandi myllum. Vit tosa sostatt um eina fimmfalding av vindorkuni í meginøkinum. Hetta fer at hava við sær, at SEV fer at spara 30.000 tons av olju um árið.
Umframt hetta er ein vindmyllulund tikin í nýtslu í Suðuroy í ár, sum kann framleiða umleið 20 GWt um árið. Hetta svarar til miðalnýtsluna hjá 4.000 húskjum. Lundin í Porkerishaga er fyrsta nýggja vindmyllulundin í Føroyum síðani 2014.
Í fjørð varð biogassverkið Førka tikið í nýtslu. Tað framleiðir grøna el-orku sum svarar til nýtsluna hjá 1.200 húskjum, umframt hita og heitt vatn til umleið 400 hús.
Nevnast kann eisini, at SEV hevur sett sólpanel upp og royndir verða eisini gjørdar við sjóvarfallsorku.
Nógv er longu hent
Eg eri tí als ikki samdur við teimum sum siga, at einki er hent frá almennari síðu viðvíkjandi grøna orkuskiftinum. Nógv er hent, og uppaftur meira er á veg.
Tað er tí gleðiligt, at privata vinnulívið og einstaklingar eisini taka við grøna orkuskiftinum, og vilja umleggja nýtsluna frá olju til grøna orku, tí saman skulu vit flyta okkum fram á grønu leiðini.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald