Politikkur

Fer Kristina at virða føroyska fólkaræði?

...

2015-06-01 00:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kanska Kristina Háfoss kundi greitt frá síni egnu hugsjón.

Kristina Háfoss er komin uppí tað stóra liðið, sum hevur valt sær Javnaðarflokkin sum mótstøðumann í stríðnum um at vinna sess á Fólkatingi.

Les eisini: Kristina: Er Javnaðarflokkurin á Fólkatingi ósamdur við Palme?

Vit svara ikki øllum - ikki minst tí tílíkt kegl troyttar fólk. Men nøkur svar mugu tey fáa.

Hjá hesum fólkum er eitt sindur ringt at greiða frá, hví fólk skulu velja tey í staðin fyri Javnaðarflokkin.

Kristina hevur áður - eins og onnur - roynt at føra fram, at tað er meira "tjóðskaparligt" at velja hana enn Javnaðarflokkin. Men eg eri bangin fyri, at mongum ikki dámar hetta uppbýtið í rættar og minni rættar føroyingar.

Í dag ger Kristina so enn eina roynd við at siga, at Javnaðarflokkurin ikki hevur nakra hugsjón.

Eg skal viðganga, at tað KANN misskiljast, tá eg á in.fo herfyri varð endurgivin fyri at siga, at fólkatingsvalið stendur millum ideologiskt stríð ella ítøkilig úrslit.

Men bara tann, sum VIL misskilja tað, kann misskilja tað. Tað, eg meinti - og sum eisini stóð í greinini - var, at vit ikki skulu niður á Fólkating at togast um loysing og samband. Tað skal avgreiðast í Føroyum.

Vit hava áður upplivað, at ein loysingarmaður og ein sambandsmaður hava staðið og skeldast á Fólkatingi. Og tað hevur ikki gagnað nøkrum, at okkara skitnu klæði er hongd á snór inni fólkatingssalinum. Tað hevur bara verið pínligt.

Munur millum hugsjónir

Javnaðarflokkurin hevur - sum Føroya einasti flokkur - greiðar hugsjónir og reglur fyri arbeiðið á Fólkatingi.

Har stendur millum annað, at innlendis føroysk mál IKKI skulu loysast á Fólkatingi, men á Løgtingi.

Tí fara vit ikki á Fólkatingi at arbeiða ímóti meiritanum Føroya Løgtingi - hóast vit eru ósamd við henda meiriluta.

Hetta byggir á ta hugsjón, at vit virða føroyska fólkaræðið.

Flokkurin hjá Kristinu hevur eina aðra hugsan.

Tá Uttanríkispolitiska heimildarlógin varð sett í verk, var tað sambært avgerðini hjá einum greiðum meiriluta á Løgtingi.

Men málið skuldi eisini gjøgnum Fólkatingið. Og vita tit hvat? Flokkurin hjá Kristinu atkvøddi ÍM??TI! Hann vildi hava Fólkatingið at taka Løgtingið av ræði!

Hetta hava tey fullan rætt til. Men tað er eitt sindur løgið at ákæra onnur fyri ikki at vera tjóðskaparlig, samstundis sum mann aktivt virkar fyri, at Fólkatingið skal seta Løgtingið til viks.

Tað kundi verið áhugavert at vita, um Kristina Háfoss ætlar at halda slíka kós á Fólkatingi - ella um hon ætlar at virða føroyska fólkaræðið.

Sjúrður Skaale

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder