Norðurlendsku ítróttasambondini samstarva um at steðga matchfixing.
Á Nordic Meeting 8.-9. september
vóru øll norðurlendsku ítróttasambondini umboðaði. Ma. Blivu matchfixing og javnstøða
í ítrótti umrødd.
Á ráðstevnuni varð avgjørt, at
samstarva í bardaganum ímóti matchfixing. Matchfixing er ein vaksandi
trupulleiki, og eru smærri samfeløg serliga útsett og viðbrekin. Norðurlendsku
ítróttasambondini avgjørdu at arbeiða saman um, at verða fyrsta stórøki í
heiminum við felags støðu ímóti matchfixing.
Avgjørt varð, at norðurlendsku
ítróttasambondini í framtíðini eiga at leggja størri orku í, at arbeiða fyri
javnstøðu í ítrótti. Kyndsbýtið er enn í ov stóran mun avskeplað, og ynskja ítróttsambondini,
at kynini eru javnari umboða í nevndum, venjarasessum og øðrum týðandi sessum.
Ítróttasambondini samdust um, at
neyðugt er í størri mun enn fyrr, at hyggja at spurninginum um upptøku av
ítróttagreinum, sum fyrr ikki hava fingið luta luttøku í ítróttasambondunum.
Umboðini vóru til døgurða hjá
Tórshavnar Kommunu, har Annika Olsen, borgarstjóri, m.a. tosaði um týdningin av
felags samstarvi í norðurlondum. Eisini varð vitja í Sunda Kommunu og var Heðin
Zachariassen, borgarstjóri, vertur fyri døgurða. Borgarstjórin vísti á
týdningin, sum menning av ítróttinum hevur fyri øktum trivnað í kommununi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald