2016-03-13 15:34
KVF.fo skrivar:
Ongar ætlanir er um at yvirtaka tunnilin, hóast lánið er um at verða útgoldið, sigur Henrik Old, landsstýrismaðurTey, sum koyra í Vágatunlinum, sleppa ikki undan at gjalda, hóast lánið í tunlinum er um at verða goldið.Partafelagið Vágatunnilin skal reka undirsjóvartunnilin sum higartil og taka bummgjald, hóast aðalfundurin í felagnum fyri einum ári síðani samtykti, at Vágatunnilin kann latast landinum dagførdur 10. desesember í ár, tá hann fyllir 10 ár.Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.Hann vil hava politisku skipanina at viðgera spurningin um gjald í øllum tunlum av nýggjum.
Hoyr HER. tíðindini kl. 14.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald