Vinna

Felagið Línuskip átalar ætlaða niðurskurðin av fiskidagatalinum

...

2016-08-11 22:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Lesarabræv

Tá ið Føroyar fyri nøkrum árum síðani lógu í makrelstríði
við EU og grannalondini, so mistu norsku línuskipini sínar
møguleikar at fiska við Føroyar. Tað gav teimum føroysku
línuskipunum betri rúm at fiska í okkara egna sjógvi fram til og
við 2013.

Í 2014 fingu norsku línuskipini aftur botnfiskakvotu við Føroyar,
og hendan er hækkað síðani. Í 2016 hækkaði botnfiskakvotan hjá
norskum línuskipum við 100 tonsum soleiðis, at tey nú kunnu fiska
meira enn 5.000 tons ella á leið 40-50% av nøgdini, sum
línuskipini í bólki 3 annars fiska eitt vanligt ár undir Føroyum.
Í staðin fyri at vinna føroyskum línuskipum rættindi fyri hesi
mistu tonsini til norsku línuskipini, so ætlar núverandi samgonga
í staðin at taka 30% av veiðugrundarlagum frá teimum føroysku
línuskipunum. Tað er bert eitt eiti, tá ætlanin er at býta ein
viðfáning útaftur eftir einum tilvildarligum og afturvirkandi
lykli, ið bert fá duga at brúka og rokna eftir. Tí hetta er
byrjanin til fiskidaga-kioskina hjá sitandi samgongu - tá ið
fiskimenn skulu gjalda fyri at fara til arbeiðis. Hýruprosentið
hjá línuskipum er í dag uml. 55%. Við kvotakeypi uttan frádrátt
av óbýttum verður hýruprosentið so mikið høgt, at skipini koma
at liggja. Tí taka vit ikki undir við kiosk-eksperimentinum.

Vit átala ætlaða niðurskurð av fiskidagatalinum og vísa á, at
skipatalið í bólki 3 longu nú er minkað við uml. 50% eftir bert
10 árum. Tíðin er komin at venda gongdini við at gera tryggar
langtíðarkarmar heldur enn at gera teir verri enn áður.

Felagið Línuskip

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder