Ítróttur

Fekk fyrstu landsliðsboðini mitt í próvtøku

...

2013-10-22 22:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

>>TANN KENSLAN, T?? STENDUR VIÐ, TÁ IÐ VIT SYNGJA TJ??ÐSANGIN, ER HEILT ??TR??LIG. TANN KENSLAN ER TANN SAMA HV??RJAFERÐ.<<

Jónas Tór Næs er millum royndastu leikararnar á føroyska landsliðnum, stinni og arbeiðssami høgra bakkurin, sum í næstum gerst útbúgvin í løgfrøði og arbeiðir á eini sakføraraskrivstovu í Reykjavík, hevur umboðað Føroyar á u-17, u-19, u-21 og nú á A-landsliðnum.

Jónas spælir í løtuni í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, har hann umboðar felagið Valur úr Reykjavík. 27 ára gamli verjuleikarin hevur á sínari yrkisleið roynt seg í donskum, íslenskum og føroyskum fótbólti.

Hvat minnist tú til fyrstu ferð, tú vart úttikin á landsliðið?
Tað, eg minnist best, er, hvussu spentur eg var, áðrenn vit fóru avstað. Eg hevði havt vónir um at verða úttikin í eina tíð og var tískil sera spentur hvørja ferð landsliðið varð úttikið.
Eg minnist, at tað var svágur mín, sum ringdi og fortaldi mær, at eg var úttikin á A-landsliðið. Júst hendan morgunin sat eg í fyrsta tímanum í eini 24 tíma próvtøku. Tað var ikki lætt at halda fokus á hesari próvtøkuni.

Hvussu minnist tú aftur á fyrsta landsdystin?
Fyrsti dysturin var ein vinardystur ímóti Estlandi í 2008. Vit báðir, Høgni Madsen og eg, fingu tá okkara fyrstu minuttir á landsliðnum. Vit spældu á A. Le Coq Arena í Tallin. Eftir ein hálvan tíma vóru vit aftanfyri 3-0. Eg hugsaði undir dystinum, at soleiðis hevði eg ikki ætlað mær, at mín fyrsti dystur skuldi fara fram. Í seinna hálvleiki komu vit tó aftur og eftir 25 minuttir í seinna hálvleiki høvdu vit javnað til 3-3. Vit taptu tó dystin 4-3.

Hvørja løtu minnist tú best á landsliðnum?
Tað var sjálvsagt stórt at fáa sín fyrsta dyst fyri landsliðið!
Tann kenslan, tú stendur við, tá ið vit syngja tjóðsangin, er heilt ótrúlig. Tann kenslan er tann sama hvørjaferð ??? sama um tað er tín fyrsti dystur ella tað er dystur nummar 30. Tað er eitt hæddarpunkt í sær sjálvum.
Leikliga hæddarpunktið var, tá ið vit bukaðu Estland 2-0 á Svangaskarði í 2011. Tað er ikki ofta vit vinna fótbóltdystir, og sum verjuleikari er tað ein ótrúlig kensla, tá ið vit á landsliðnum klára at halda málið reint.

Hvørjar løtur hava verið minni góðar?
Mann skuldi trúð, at eg fór at nevna 6-0 tapið fyri Eysturríki ella 5-0 tapini fyri Fraklandi og Italia. Tað er altíð keðuligt at tað og vit eru sera vónbrotnir, tá ið vit tapa stórt, men lágpunktið higartil var tá eisini á A. Le Coq Arena í Tallinn.
Hetta var fyrsti fystur í undankappingini til EM 2012 og vit vóru á odda 1-0 at kalla allan dystin, men so skoraðu estar tvey mál í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Hetta var sera keðuligt, og vit vóru allir nakað so vónbrotnir. Hetta var tann fyrsti dysturin í bólkinum, so um vit høvdu vunni dystin, høvdu vit verið fremstir í okkara bólki í eina tíð.
Persónliga var tað eisini ein tvílig kensla at sita á bonkinum í dystinum, sum vit vunnu á Litava á Svangaskarði í 2009 ??? at gleðast fyri liðið og tjóðina, men samstundis at vera vónbrotin um ikki at vera millum fyrstu 11. Tú skal kortini vera klárur til at seta títt ego til viks í slíkum førum og stuðla liðnum, so tað royndi eg.

Hvørjar møguleikar sært tú í verandi liði?
Vit hava eitt sera ungt og evnaríkt lið. Eg haldi, at tað í løtuni kanska manglar eitt ættarlið av leikarum við fleiri royndum. Men tað ger bara tað, at vit sum nú eru teir ???gomlu??? mugu taka um endan eftir teimum leikarum, sum hava verið á landsliðnum fyrr.
Eg haldi, at um teir leikarnir, sum eru á liðnum halda fram við at mennast og bøta um sínar dygdir og veikleikar, so kunnu vit gott menna okkum sum lið og gerast betri og betri. Tað gongur báðar vegir. Um vit hyggja eftir tí íslendska landsliðnum, so hava teir verið í einari ótrúligari menning seinastu tvey árini. Síðan Lars Lagerback tók við sum landsliðvenjari hevur liðið yvirhálað okkum á FIFA listanum og hava teir havt eina øguliga framgongd hesi bæði árini. Eg haldi, at vit kunnu vera bjartskygd, tá ið vit tosa um framtíðina hjá fótbóltinum í Føroyum. Men vit mugu eisini menna okkum meir og tað hevði verið heilt fantastiskt við eini innandura fótbóltshøll í Føroyum, so liðini kunnu venja fótbólt alt árið.

Hvussu hevur kappingarárið hjá tær verið í Íslandi?
Tað hevur gingið so nøkunlunda. Vit hvødu eitt spildurnýtt lið í ár og nýggjar venjarar eisini. Vit høvdu innast inni sett okkum fyri at enda í topp fýra, men enda sum nummar fimm. Áðrenn kappingina í ár var tað á fimta plássi, at allir fótbóltsserfrøðingarnir høvdu sett okkum til at enda. So tað hevur bara verið ein heilt OK kapping hjá okkum í ár, men heldur ikki meir enn tað.
Viðvíkjandi mær sjálvum hevur tað gingið væl, hóast stóra táin tvíbrotnaði í juni. Men steðgurin var stuttur. Haldi, at eg misti tveir dystir hjá okkum í Vali og ein landsdyst og so spældi eg aftur. 16 dagar gingu frá tí at táin brotnaði til eg spædli á Friends Arena ímóti Svøríki.

Hevur tú framvegis málið um at sleppa at spæla fótbólt fulla tíð uttanfyri Ísland/Føroyar?
Eg havi altíð havt tann dreymin, men eg gerist ikki yngri. Eg fylli 27 ár í desember og eri farin undir endaspurtin í míni útbúgving. Um tilboðið hevði komið, hevði eg havt ilt við at sagt nei, men eg eri realist og dugi eisini at síggja, at lívið hevur annað at bjóða uppá enn at spælt fótbólt.

Fakta
Navn: Jónas Tór Næs
Føddur: 27. desember 1986
Felag: Valur (ICE)
Fyrsti A-landsdystur: 2008

??tgevari FSF/Páll Holm Johannesen.
Greinin stóð í FSF-heftinum til teir báðar landsdystirnar her fyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder