2021-09-22 18:50
Í Tjóðveldi fegnast vit um, at vinnulívið ynskir at taka stór fet í mun til grøna orkuskiftið og fyri at minka um útlátið av CO2. Samstundis undrast vit á, at tað skal vera so trupult, at fáa sett upp ferðina hjá landi og kommunum. Nú má landsstýrið av álvara í arbeiðshandskar.
12 stórar føroyskar fyritøkur hava sett sær stór ítøkilig mál um at minka teirra útlát av vakstrarhúsgassum við í minsta lagi eini helvt innan 2030. Hetta eru gleðilig tíðindi!
Vinnulívið vísir við hesum, at tey veruliga ynskja at gera stór grøn framstig. Vinnuhúsið sigur tað so gott í tíðindaskrivinum:
???Privata vinnulívið má átaka sær sín part av ábyrgdini at handfara hesar avbjóðingar, og hetta er eitt gott dømi um, hvussu hetta kann gerast, og vit vóna, at enn fleiri fyritøkur leggjast afturat.???
Undan hesum tíðindaskrivi sóu vit eina av stóru laksafyritøkunum leggja um og flyta vøruna sjóvegis heldur enn loftvegis, fyri at gera flutningin burðardyggari.
Sum vit mangan hava víst á, so er alneyðugt, at øll eru við í grøna orkuskiftinum, skulu vit røkka á mál.
Men nú standa vit í tí heldur løgnu støðu, at land og kommunur í alsamt størri mun standa sum eftirbátur. Heldur enn at lyfta og skunda undir við allari megi og politiskum stórátøkum, so tykist orkuøkið hava lutfalsliga lága raðfesting.
Leingi hava tað verið greið mál fyri tað almenna um útlát, tíverri eru hesi í stóran mun ikki fylgd ??? og tað verður trupult, fyri ikki at siga ómøguligt, at røkka setta málinum í 2030 við hesari ferðini.
Føroyar hava í løtuni ongan staðfestan veðurlagspolitikk. Og tað er sera langt ímillum at vit í Løgtinginum hava sæð nakað uppskot um ítøkilig átøk fyri at minka um CO2 útlátið. Framvegis er nógv grønt tos, men viljin at taka nøkur tyngri tøk er ikki serliga sjónligur.
Nú mugu vit av álvara fáa ferð á grøna orkuskiftið politiskt. Tað sum er spennandi er, at vit á orku- og umhvørvisøkinum standa á einum vegamóti, har vit nú kunnu taka tey heilt stóru fetini, er politiskur vilji og styrki til tess. Her stendur víðopið fyri møguleikum fyri átøkum. Tað er bara at koma í gongd! Og vit í Tjóðveldi eru til reiðar at samstarva um øll átøk, sum kunnu føra okkum framá.
Bjørt Samuelsen, tingkvinna og framsøgufólk í orku- og umhvørvismálum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald