2015-11-06 15:03
07Vestur: 07 Vestur kunngjørdi í gjár, at feðgarnir, ávíkavist málmansvenjarin og málverjin, Kaj og Sjúrður Niclasen, halda fram í 07 Vestur. Báðir komu vestur til kappingarárið 2015, og hava sostatt valt at taka minst eitt ár afturat hjá okkum.
Kaj Niclasen er eitt kent navn innan málmansvenjing í Føroyum, og hevur seinastu árini, umframt at venja málmenninar hjá 07 Vestur og HB, eisini vant ungdómslandsið hjá FSF.
18 ára gamli sonurin, Sjúrður Niclasen, er málverji, og hevur verið 2. málverji á 2. liðið, har hann eisini hevur leikt sum útileikari og skotið 2 mál.
Vit gleðast um at feðgarnir halda fram her hjá okkum, og vit ynskja teimum tillukku við avtalunum og blíðan byrð komandi kappingarár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald