2016-02-20 02:53
07vestur.fo skrivar: Besta mansliðið hjá 07 Vestur fór í dag suður til Tvøroyrar, har teir skulu vera á venjingarlegu hetta vikuskiftið. Í kvøld vóru teir so í Vági og leiktu venjingardyst, ið endaði 2-1 til vertirnar. Bjarni Dalsgaard skoraði okkara mál.
Byrjanaruppstillingin: Ivan Stojkovic; Jóanis á Steig, Sigtór A. Petersen, Sølvi Egilsson, Fríði S. Joensen; Torstein Mýlingstind, Petur G. Dalbø, Gunleif Magnusarson, Teitur Olsen; Solomon Kwao; Holgar Durhuus.
Eyka (allir komu inn): Jákup S. Olsen, Bjarni Dalsgaard, Uni F. Nielsen, Hørður Johansen, Hørður Egilsson, Niels Mouritsen, Hanus Nielsen, Rói Hansen.
Hálvleikstøðan varð 2-0, og í seinna hálvleiki legði Rói Hansen upp til eitt gott mál hjá Bjarna Dalsgaard.
Í morgin áðrenn spæla vit aftur móti FC Suðuroy. Dysturin verður kl. 11:00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald